Trump farin undir valstríðið

Amerikanski forsetin Donald Trump fór í nátt alment undir valstríðið aftur at gerast amerikanskur forseti á forsetavalinum næsta ár.

Tað gjørdi hann á veljarafundi í Orlando í Florida, har um 20.000 fjepparar vóru møttir at stuðla forsetanum.

Trump segði millum anna, at forsetavalið í 2016 var ein »avgerandi løta« í amerikonsku søguni, og at landsins búskapur ongantíð hevði verið betri.

Tá Trump fór undir valstríðið í 2016 var tað við eyðkenda slagorðini »Make Americ aGreat Again«.

Okkurt bendir á, at reyðu kapparnir ikki vera við hesaferð.

Forsetin umhugsar at broyta orðini hesaferð til »Keep America Great«.

 

/ritzau/