Trump heldur koronatíðindafundir vera spill av tíð

Hví halda koronatíðindafundir, tá tað bara verða sett fíggindaligir spurningar og skeivar greinar, spyr Donald Trump.

Viðurskiftini millum Trump og amerikanskar miðlar hava verið sera spent undir koronakreppuni. Mynd: Olivier Douliery/Ritzau Scanpix

Viðurskiftini millum Trump og amerikanskar miðlar hava verið sera spent undir koronakreppuni. Mynd: Olivier Douliery/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivar á Twitter, at dagligu tíðindafundirnir um koronavirus eru »spill av tíð hansara«.

Fleiri miðlar hava skrivað, at forsetin enntá umhugsar at steðga  vi tíðindafundinum eina tíð.

Og í gjár var eingin tíðindafundur.

– Hvat er endamálið við at halda tíðindafundir í Hvítu Húsunum, tá lamestream (niðursetandi orð um fjølmiðlar, red.) miðlar nert seta fíggindaligar spurningar og tí avvísa at skriva ítøkiliga sannleikan, spyr Trump á Twitter.

– Teir fáa methøg hyggjaratøl, og amerikanska fólkið fær ikki annað enn fake news. Spill av tíð og kreftur!

Viðurskiftini millum Trump og amerikanskar miðlar hava verið spent undir koronakreppuni. Seinastu dagarnar hava ikki verið nakað undantak.

Hósdagin segði forsetin, at vit áttu at kanna møguleikan fyri at sproyta desinfektónsevni inn í mennisku sum viðgerð ímóti koronavirus.

Hann kom eisini við einum hugsoti um nærri at kanna møguleikan fyri at lýsa fólk við UV-strálum iannífrá ella uttanífrá.

Bæði hugskotini fingu harða mótstøðu frá heilsuserfrøðingum kring heimin, sum segði hetta vera vandamikið.

Fríggjadagin helt Trump ein tíðindafund uttan vanligu uppfylgjandi spurningarnar frá tíðindafólki og helt uppá, at uppskotini vóru meint í skemti.

Seinastu tveir mánaðirnar ahva verið yvir 50 tíðindafundir í Hvítu Húsunum um koronavirus.

Trump hevur partvíst brúkt hesar tíðindafundir til at kunna um støðuna í landinum. Men hann hevur eisini fingið harða mótstøðu fyri at brúka almennu og tímalongu tíðindafundirnar til at føra seg sjálvan og sín egna politikk fram í valstríðnum. Tað hevur fingið fleiri støðir til at stilla um til sjónvarpsstovuna mitt í tíðindafundinum.

Eitt nú varð ein tíðindafundur við eini video, sum setti forsetan í ógvuliga gott ljós, nógv umrøddur. Ávís CNN-tíiðndafólk róptu hetta »propaganda«.

Í videoini koma embætismenn og guvernørar kropp á kroppi at rósa Trump fyri sítt stríð ímóti virusinum.

Átakið frá stjórnini hevði bjargað »tíggjutúsundtals, kanska hundraðtúsundtals lívum«, varð millum annað sagt.

Videoin segði einki um fyrstu útsøgnirnar hjá Trump um virusi, sum vóru merktar av, at hann royndi at lítisgera álvaran í málinum.

USA hevur sambært John Hopkins University í nátt skrásett yvir 53.000 andlát vegna koronavirus

/ritzau/AFP

 

 

 

Viðurskiftini millum Trump og amerikanskar miðlar hava verið sera spent undir koronakreppuni. Mynd: Olivier Douliery/Ritzau Scanpix