Trump heldur við Sanders í kynsstríði við Warren

Bernie Sanders hevur ikki sagt, at ein kvinna ikki kann vinna valið, sigur Trump á einum veljarafundi í Milwaukee.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur stuðlað – við vilja ella ikki – demokratinum Bernie Sanders í stríðnum millum Bernie Sanders og kappingarneytan Elizabeth Warren um eina gamla útsøgn.

Á veljarafundi í Milwaukee í statinum Wisconsin í nátt segði Trump soleiðis, at hann ikki trýr, at Sanders hevur sagt, at ein kvinna ikki kann vinna forsetavalið.

Spenningar millum Warren og Sanders, sum stríðast um at gerast valevni fyri Demokratiska flokkin, er harðnað seinastu tíðina.

Tað hendir í kjalarvørrinum av frásagnum um, at Bernie Sanders í 2018 skal hava sagt við Elizabeth Warren, at hann ikki trýr, at ein vinna á Donald Trump á forsetavalinum.

Warren váttaði frásøgnirnar mánadagin:

– Eg meinti, at ein kvinna væl kann vinna. Hann var ósamdur.

Bernie Sanders vísir aftur, at hann skal hava sagt hetta.

Og í nátt fekk sjálvútnevndi demokratiski sosialisturin altso stuðul frá óvæntari síðu.

– Eg trúgvi ikki uppá, at Bernie hevur sagt tað. Tað geri eg veruliga ikki. Tað er ikki slíkt, ið hann vildi sagt, sigur Trump við túsundtals stuðlar í Milwaukee.

Donald Trump leggur afturat í sama viðfangi, at hann ikki kennir Bernie Sanders persónliga, og at honum harumframt ikki dámar Bernie Sanders.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Á valinum í 2016 vunnu Trump og Republikanararnir tepurt Wisconsin, sum higartil hevði verið demokratiskur síðani 1984.

Eftir valið var funnist at mótstøðuvalevninum hjá Trump, Hillary Clinton, fyri ikki at haa vitjað statin undir valstríðnum.

Hesaferð hava bæði Republikanarar og Demokratarnir raðfest valstríðið hægri í hesum statinum.

Veljarafundurin hjá Trump í Wiscounsin vara sama kvøld, su demokratisku forseta-biðlarnir hittust í Iowa til ársins fyrsta sjónvarpskjak.

Har vísti Bernie Sanders enn einaferð aftur, at hann skal hava sagt, at ein kvinna ikki kann vinna valið.

– Tað er í veruleikanum soleiðis, at eg ongantíð hava sagt hatta, sigur hann við The Guardian.

Sanders kallar tað óskiljandi, at hann skuldi havt slík sjónarmið.

Sjónvarpskjakið er tað síðsta, áðrenn undanvalini byrja í júst Iowa 3. februar.

Síðani gongur leiðin til New Hampshire, Nevada og South Carolina.

 

/ritzau/

@font-face { font-family: Times; }@font-face { font-family: Cambria; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }a:link, span.MsoHyperlink { color: blue; text-decoration: underline; }a:visited, span.MsoHyperlinkFollowed { color: purple; text-decoration: underline; }div.Section1 { }