Trump hóttir við at kvetta sambandið við Kina

Amerikanski forsetin leggur enn einaferð Kina undir at hava spjatt koronavirus, og hann vil ikki tosa við kinesiska leiðaran.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og kinesiska starvsfelagið hansara, Xi Jiping, undir einum G20 toppfundi í Japan í juni í fjør. Aftur leggur Trump Kina undir at hava spreitt koronavirusið. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at viðurskiftini hjá USA til Kina eru versnað enn meira undir koronakreppuni.

Í erini samrøðu við Fox Business sigur Trump, at hann ikki í løtini hevur ynski um at toa við kinesiska leiðaran, Xi Jiping, og ein av møguleikunum, sum liggja fyri framman, er, at USA kvettir alt sambandið við Kina.

Hann sigur, at hann er ógvuliga harmur um, at Kina ikki steðgaði útbreiðsluni av koronavirus, og at tað hevur kasta skuggar á handilsavtaljuna, sum USA og Kina gjørdu í januar.

– Tey skuldu ongantíð hava latið hetta hent, sigur hann.

– So eg gjørdi eina stórfingna handilsavtalu, og nú sigi eg, at tað fyri meg ikki longur kennist soleiðis. Blekkið var valla tornað, so kom hendan plágan flúgvandi yvir okkum. Og tað kennis fyri meg ikki longur á sama hátt.

Tað snýr seg eisini um sambandið við kinesiska leiðaran Xi, sum Trump annars fyrr hevur hildið uppá at hann hevur gott samband við.

– Í løtuni vil eg ikki tosa við hann, sigur hann í samrøðuni, sum varð tikin upp mikudagin.

Trump verður spurdur, um hann fylgir ráðunum frá senatorum í egna republikanska flokki sínum. Millum annað at nokta kinesarum visa til USA, sum vilja lesa viðkvama tøkni, sum er av týdningi fyri trygdina hjá USA.

– Tað er so nógv, vit kundu gjørt. Vit kundu kvett sambandið við Kina, svarar hann.

– Og hvat hendir so, um vit gera tað? Vit høvdu spart 500 milliardir dollarar, sigur hann.

Tað er ein ávísing til virði á árliga innflutninginum hjá USA úr Kina.

/ritzau/Reuters