Trump lurtaði ikki eftir ráðum frá myndugleikum í Ukraine-málinum

Sambært Fox News drálaði Trump við at gjalda hernaðarstuðul hóast tilmæli frá samveldismyndugleikunum.

Forsetin í USA, Donald Trump, handlaði ímóti ráðum frá myndugleikunum í Ukraina-álinum.

Tað skrivar amerikanska Fox News.

Sambært miðlinum stóðu uttanríkisráðið, Tjóðskaparliga Trygardráðið og amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, saman fyri at mæla til framhaldandi hernaðarstuðul til Ukraina.

 

Harvið handlaði Trump fyri seg sjálvan, tá hann helt aftur hernaðarstuðulinum til Ukraina í summar, skrivar miðilin.

Ákæran ljóðar frá fleiri síðum, at stuðulin varð afturhildin fyri at leggja trýst á Ukraina fyri at finna okkurt illvorðið fram um Joe Boden og son hansara.

Sjálvur afturvísir Trump øllum og hevur greitt fra, at hann ynskti at trýsta evropisk lond at veita Ukraina størri stuðul.

Tær næstan 400 millónir dollararnir vórðu seinni goldnir.

Fox News sigur víðari, at tað eftir øllum at døma ikki bara var persónligi advokaturin hjá forsetanum, Rudy Giuliani, sum royndi at finna fram skaðiligar upplýsingar um Joe Biden frá ukrainskum embætisfólki.

Tveir aðrir advokatar, Joe DiGenova og kona hansara, Victoria Toensing, arbeiddu saman við Guiliani, sum er fyrrverandi borgarstjóri í New York City, verður sagt.

Bæði Giuliani og Toensing hava víst aftur, at teir hava roynt at finna nakað skitið fram um Biden-familjuna.

Fox News lýsir tó víðari, at teir tríggir advokatarnir óalment vórðu settir á uppgávuna – altso ikki vegna Trump-umsitingina. Bara forsetin kann soleiðis hava vitað um arbeiði teirra.

Tann afturhildni hernaðarstuðulin er av avgerandi týdnigni fyri Ukraina-málið.

Í eini telefonsamrøðu 25. juli við ukrainska forsetan  Volodimir Zelenskij, eftirlýsir Trump, at viðurskiftini hjá Biden-familjuni í Ukraina verða kannað.

Hunter Biden varð í 2014 nevndarlimur í einum ukrainskum orkufelag. Felagið er seinni blandað upp í eitt skattamál í Ukraina, men einki bendir á, at Hunter Biden er partur av málinum.

Um tað vísiri seg, at endamálið við at halda aftur hernaðarstuðlinum hevur verið at leggja trýst á ukrainska forsetan fyri at fáa upplýsingar um Biden, er tað kanska at gerast ein partur av ríkisrættarmálinum, sum forkvinnan í Umboðsmannatinginum, demokraturin Nancy Pelosi, hevur riest ímóti Trump av somu orsøk.

Demokraturin Biden er ein av favorittunum til at gerast mótstøðuvalevni hjá á forsetavalinum næsta ár.

 

/ritzau/