Ávaringin kom í dag á dagliga tíðindafundinum í Hvítu Húsunum.
– Um tað var eitt mistak, so var tað eitt mistak. Men um Kina við vilja hevur ábyrgdina av tí, haldi eg, at tað helt víst eigur at fáa avleiðingar, sigur Donald Trump.
Forsetin leggur afturat, at viðurskiftini hjá USA við Kina vóru góð »líka til tey gjørdu hetta«.
Donald Trump sáddi enn einaferð iva um almennu deyðatølini hjá Kina, sum fríggjadagin vórðu uppjusterað.
Kina hevur skrásett 4.636 deyð av korona, vísa tøl frá Johns Hopkins University.
/ritzau/Reuters