Trump: Skeivt at suðurkoreanskur filmur fær Oscar

Donald Trump heldur ikki, at ein ikki-enskur filmur átti at vunnið virðisløn fyri Besta Film við Oscar 2020.

Amderikanski forsetin, Donald Trum, hevði veljarafund í nátt í statingum Colorado í USA. - Foto: Kevin Lamarque/Reuters

Amderikanski forsetin, Donald Trum, hevði veljarafund í nátt í statingum Colorado í USA. - Foto: Kevin Lamarque/Reuters

Amerikanski forsetin Donald Trump, vinst at, at suðurkoeranski filmurin »Parasite« hevur vunnið virðislønina fyri Besta Film við Oscar handanina.

Á einum veljarafundi í amerikanska stastinum Colorado í nátt fanst hann at Oscarakaceminum fyri at geva einum útlendskum slíka virðisløn.

– Hvssu vánaligt var Academy Awards í ár? Vinnarin var ein filmur úr Suðurkorea! Hvat fanin snýr hetta seg um?, segði Trump framman fyri geylandi mannamúgvuni.

– Virt hava nóg mikið av trupulleikum við Suðurkorea. Og so geva tey teimum ársins besta film.

Suðurkoreanski filmurin, sum Bong Joon-ho hevur leikstjórnað, skrivaði søgu sum hin fyrsti ikki-ensktalandi filmurin at vinna virðislønina fyri Besta Film.

Trump sigur víðari á veljarafundinum,, at hann ikki hevði sæð filmin.

Umboðið hjá filminum í USA, Neon, viðmerkti á Twitter álopiinum hjá forsetanum á filmin, sum verður vístur í amerikanskum biohøllum á koreanskum við enskum undirtekstum.

– Vælskiljandi, hann dugir ikki at lesa, skrivar umboðsmaðurin.

Donald Trump hevur síðani sigurin á forsetavalinum í 2016 ferðast kring USA við slagorðinum »America First«. Á veljarafundinum segði hann, at tað var upp á tíðina at finna gomlu klassikkararnar fram.

– Kunnu vit fáa »Gone with the wind« aftur? »Sunset Boulevard«?

Donald Trump er í ferð við valherferðina kring USA; har hann í løtuni vitjar statirnar vestanfyri. Eftir veljarafundin í Colorada í nátt skal Trump halda ein nýggjan veljarafund í Las Vegas í nátt.

Á valfundinum langa Trump eisini eftir kjakinum hjá Demokratunum, sum var hósdóttina.

Trump fanst serliga at milliardinginum Michael Bloomberg.

– Eg kundi hugsað mær at sent honum eitt bræv, har tað stóð: Tað er ikki lætt at gera tað, eg geri, ikki so?

/ritzau/AFP

Amderikanski forsetin, Donald Trum, hevði veljarafund í nátt í statingum Colorado í USA. - Foto: Kevin Lamarque/Reuters