Trump tekur pengarnar frá WHO

Sambært amerikanska forsetanum hevur Heimsheilsustovnurin WHO hildið við Kina í koronastríðnum

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði dagliga tíðindafund um koronastøðuna í Rosenhaven í Hvítu Húsinum fyri løtu síðani. - Mynd: Leah Millis/Reuters

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði dagliga tíðindafund um koronastøðuna í Rosenhaven í Hvítu Húsinum fyri løtu síðani. - Mynd: Leah Millis/Reuters

Amerikanski forsetin, Donald Trump, steðgar fíggjarligu veitingini til Heimsheilsufelagsskapin WHO.

Tað segði hann í dagliga tíðindafundinum í Hvítu Húsunum fyri løtu síðani.

Trump sigur, at hann hevur givið umsitingini boð um at steðga fíggingini í minsta lagi fyribils.

– Við útbrotinum av Covid-19-farsóttini ivast vit stórliga í, um amerikanska stórsinnið hevur verið nýtt á besta hátt, sigur Trump á tíðindafundinum.

Forsetin hevur fleiri ferðir funnist at háttinum, sum WHO hevur handfarið koronastøðuna. Hann heldur, at felagsskapurin átti at havt lýst virusið sum eina farsótt nógv fyrr.

Hann heldur eisini, at WHO hevur verið í parti við Kina og stuðlað »misinformatiónini« frá Kina um virusið, sum sambært honum hevur ført til størri útbrot enn neyðugt.

WHO er ein ST-felagsskapur, og størsta inntøkan kemur frá USA. Í fjør rindaði USA 400 milliónir dollarar – svarandi til 2,7 milliardir krónur.

Trump sigur harafturat, at hann nú fer at kanna, hvat teir pengarnir nú skulu brúkast til, sum eru farnir til WHO.

Trump og aðrir republikanarar hava fleiri ferðir undir farsóttini víst frástøðu frá Kina.

Teir hava millum annað sátt iva um neyvleikan í kinesisku hagtølinum fyri smittutilburðir og andlát.

Funnist hevur eisini verið at Trump fyri fyrst at lítisgera virusið, sum hann samanbar við vanligt beinkrím.

Hann hevur fyrr sagt, at støðan var undir kontrol, til hann boðaði frá nationalari kreppustøðu.

Í USA eru fleiri enn 25.000 fólk deyð av koronavirus, meðan yvir 602.000 eru skrásett sum smittað við virusinum.

/ritzau/AFP

 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði dagliga tíðindafund um koronastøðuna í Rosenhaven í Hvítu Húsinum fyri løtu síðani. - Mynd: Leah Millis/Reuters