Trump um smittu: Eg havi tað rættiliga gott

Donald Trump er innlagdur á Reed-sjúkrahúsið fyri at tryggja, at alt fer fram sum tað skal, sigur Trump í videoheilsan.

 

 

Í eini videoheilsan á Twitter takkar Donald Trump forseti fyri, at »stóra stuðul«, sum hann hevur fingið, eftir at hann gjørdist sjúkur við koronuvirus.

– Eg skal til Walter Reed-sjúkrahúsið. Eg haldi, at eg havi tað rættiliga gott, men vit skulu syrgja fyri, at tingini fra fram, sum tey skulu, sigur hann og leggur afturat, at eisini fyrstafrúan, Melania Trump, hevur tað gott.

Videoin er lagt út stutt eftir at ein avslappaður Trump sjálvur gekk úr Hvítu Húsunum í tyrluna, sum skal flúgva hann til hernaðarsjúkrahúsið Walter Reed í Maryland, har hann út frá einum varsemisprinsippi skal vera næstu tveir dagarnar.

##med2##

Tíðliga í morgun okkara tíð bórust tíðindi um, at Donald Trump og fyrstafrúan Melania Trump, bæði vórðu smitta við koronu.

/ritzau

President Trump records Twitter video before going to hospital