Trump umhugsar aftur at gjalda til WHO

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er sinnaður, at amerikanska stjórnin aftur skal gjalda partvísan stuðul til Heimsheilsustovnin, WHO.

Donald Trump forseti vil aftur gjalda til Heimsheilsustovnin, WHO. Tó verður tað bara til ein tíggjundapart av tí, sum USA fyrr hevur goldið, skrivar Fox News. - Mynd: Alexander Drago/Reuters

Soleiðis ljóðaði, tá sjónvarpsstøðin Fox News seint í gjárkvøldið við tilvísing til eitt útkast til eitt bræv.

Trump-stjórnin vil »akseptera at gjald upp til tað, sum Kina rindar« til WHO, verður sagt.

Trump steðgaði gjaldinum til WHO 14. apríl, tá hann legði felagsskapin undir at fremja »falska kunning« um koronaútbrotið.

USA var fyri ta avgerðina tað landið, sum læt mest til WHO við 400 milliónum dollarum um árið.

/ritzau/Reuters