Trump umhugsar at útseta forsetavalið

Donald Trump, forseti í USA, nevnir nú møguleikan at útseta forsetavalið 2020.

 

 

Brævatkvøður fara at gera forsetavalið 2020 til tað mest svikafulla í søguni, heldur Trump, sum heldur, at valið kundi bíðað, til tað kann gjøgnumførast á tryggan hátt.

Í einum boðum á Twitter vísir hann til uppáhaldið um, at vandi er fyri sviki við brævatkvøðum.
– Útset valið til fólk kunnu atkvøða ordiliga, álítandi og trtygt???, skrivar hann.
Forsetin endurtekur í uppslagnum eitt uppáhald, hann mangan hevur ført fram áður, at brævatkvøður føra til valsvik.
– 2020 verður tað mest óneyva og svikafulla í søguni. Tað verður stór skomm fytri USA, skrivar Trump.
Koronufarsóttin hevur ført til kjak um, hvørt tað er nóg trygt hjá veljarum at fara á val. Tí tosa fleiri statir um at økja møguleikan fyri brævatkvøðum.
/ritzau/