Trump umhugsar tiltøk í móti gassleiðing til Týsklans

Donald Trump heldur, at gassleiðingin Nord Stream kann merja, at Týskland verður gísli hjá Russlandi.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, umhugsar at seta tiltøk í verk ímóti Nord Stream 2 – ein gassleiðing millum Russlandi og Týskland, sum eftir ætlan skal ganga ígjøgnum danskt øki við Bornholm í Eystursjónum.

Tað segði hann í dag í Hvítu Húsunum í sambandi við eina vitjan av polska forsetanum, Andrzej Duda.

– Vit hyggja upp á tað, sigur forsetin um møgulig tiltøk.

Hann greiddi tó ikki nærri frá, hvørji tiltøk talan kann verða um.

– Vit verja Týsklan ímóti Russlandi, og Russland fær milliardir og milliardir av dollaraum frá Týsklandi, sigur forestin við tilsiping til týsku gjaldingar fyri russiskt gass, skrivar Bloomberg News.

Trump leggur afturat, at gassleiðingin fer at gera Týskland til gísla hjá Russlandi.

 

/ritzau/dpa