Trump velur nýggja strategi – vil ógilda valið í Michigan

Trump hevur fund við republikanskar leiðarar í Hvítu húsunum. Keldur siga, at endamálið er at frátaka Biden valsigurin

Ein viðhaldsmaður hjá Donaldi Trump ílatin amerikanska flaggið í mótmælistiltaki í býnum Lansing í Michigan undir herrópinum »Stop the Steal« – steðgið stuldrinum av sigrinum hjá Trump. Demokraturin Joe Biden vann Michigan við 157.000

Donald Trump forseti fer seinni dag at hitta republikanskar leiðarar úr statinum Michigan – eftir øllum at døma í eini nýggjari roynd at broyta forsetavalið 3. november.

Tíðindastovan Reuters umtalar tað sum ein »desperat« roynd frá forsetans síðu at taka valsigurin frá Joe Biden.

Fleiri amerikanskir miðlar siga, at tað líkist eini nýggjari ætlan frá Trump, eftir at tað miseydnaðist at fara gjøgnum dómstólarnar at fáa valið lýst ólógligt í nøkrum lyklastatum, sum hava givið Bioden sigurin.

Tríggir persónar, sum kenna ætlanina, siga við Reuters, at málið er at fáa republikansku leiðsluna í Senatinum eins og republikansku leiðsluna í Michigan at kolldøma sigurin hjá Biden.

Biden vann Michigan við 157.000 atkvøðum.

Tað er senatsleiðarin í Michigan, Mike Shirkey, og formaðurin fyri Umboðsmannatingið, Lee Chatfield, sum vitja í Hvítu Húsunum seinnapartin í dag lokala tíð. Tað er eftir innbjóðan frá Donaldi Trump.

Serfrøðingar siga, at tað fer at vera uttan fordømi, um ein forseti á henda hátt vil royna at broyta eitt so trygt valúrslit, sum tað í Michigan.

– Hetta er at framleiða eina kreppu. Tað er ein forseti, sum misnýtir sítt stóra vald til at verða verandi í embætinum, eftir at veljararnir týðuliga hava avvíst at velja hann aftur.

Tað sigur søgufrøðingur og serfrøðingurin í forsetasøguni í USA, Michale Beschloss við blaðið New York Times.

Sjálvt um tað skuldi eydnast Trump at fingið lýst valið í Michigan ógyldugt, so er hann langt frá málinum fyri at kunna vera sitandi. Honum nýtist, at tað sama hendir í tveimum ella trimum statum, sum Biden vann.

/ritzau/