Trump við russar: Blandið tykkum uttan um valið hjá okkum

Donald Trump, forseti, ávarar Russland ímóti at blanda seg upp í amerikanska forsetavalið næsta ár.

Tað segði Donald Trump við russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, á einum fundi í Washington D. C. í gjár. Tað upplýsa Hvítu Húsini eftir fundin sambært tíðindastovuni Reuters.

Samstundis heitta Donald Trump á russarar um at loysa ósemjuna við Ukraina.

/ritzau/