Trump vil ikki lata FBI kanna morð á saudiskan journalist

Morðið á tíðindamannin Jamal Hhashoggi, sum var kritiskur mótvegis einræðisstýrinum í Saudi Arabia, er longu kannað í odd og egg, sigur Donald Trump.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil ikki lata amerikonsku samveldisløgregluna, FBI, kannað morðið á saudiarabiska journalistin Jamal Khashoggi.

Tað segði Trump í sjónvarpssendingini »Meet the Press« í gjár, skrivar tíðindastovan dpa.

Tað er ST, sum hevur heitt á FBI um at fara undir innleiðandi kanningar av drápinum á tíðindamannin.

Fyrr í vikuni almannakunngjørdi Agnes Callamand, serligt kanningarfólk hjá ST av avrættingum uttan rættarmál, eina umfatandi frágreiðing um málið.

Frágreiðngin hevur ábendingar um, at millum annað krúnprinsurin í Saudi-Arabia, Mohammed bin Salman, stóð handan drápið.

Men spurdur um ein FBI-kanning av drápinum í »Meet the Press«, svarar Trump:

– Eg haldi, at hatta morðið er kanna væl og virðiliga.

– Um tú hevur í sinni at kanna Saudi-Arabia, so hygg eisini eftir Iran og hygg heftir øðrum londum. Eg vil ikki nevna nøvn. Men fær og hygg, hvat tað er, sum gongu fyri seg, segði Trump.

Hann legði afturat, at saudiarabarar eru stórkeyparar av amerikanskari verjuútgerð.

 

/ritzau/