Trý deyð við koronu í Svøríki

Tilsamans 5766 fólk er nú skrástt deyð við koronuvirus í Svøríki. 649 afturat er staðfest positiv síðani fríggjadagin.

Í Svøríki eru skrásett trý andlát millum koronusjúklingar seinasta samdøgrið.

Tilsamans eru skrásett 5766 andlát millum koronusjúklingar í Svøríki. Tað eru trý færri enn sunnudagin. Orsøkin til ta broytingina er, at landsparturin Dalarna hevur justerað sína uppgerð.

Tað skrivar svenski miðilin SVT.

649 afturat eru funnin smittað síðani fríggjadagin. Tað sæst í uppgerð frá svenska heilsumyndugleikanum, Folkhälsomyndigheten.

Svøríki hevur verið hart rakt undir heimsumfatandi koronufarsóttini og hevur skrásett nógv fleiri andlát millum koronusjúklingar samanborið við grannalond sum Danmark, Noreg og Týskland.

Síðani hevur kurvan gingið niðureftir, og fríggjadagin varð eingin skrásettur deyður við koronuvirus.

Svenski ríkisheilsufrøðingurin, Anders Tegnell, hevur fleiri ferðir verið noyddur at verja seg ímóti atfinningum av svensku koronustrategiini.

Svøríki valdi mótsætt til flestu onnur lond at halda skúlara, barrir og matstovur opið, tá virusið breyt út í Evropa.

/ritzau/