Trý fólk fara halda røðu á Vaglinum fríggjadagin

Í ár verður einki hátíðarhaldVaglinum – men nakrar røður skulu fólk kortini fáa

Tað plagdi vera nógv fólk á Vaglinum at lurta eftir røðum og horntónleiki - men í ár verður alt øðrvísi

Tað plagdi vera nógv fólk á Vaglinum at lurta eftir røðum og horntónleiki - men í ár verður alt øðrvísi

Í dag verður einki hátíðarhald á Vaglinum í Havn fríggjadagin, tann 1. mai, sum er altjóða arbeiðaradagur.

Sostatt verður tað ein gomul siðvenja, sum verður brotin, tí í næstan 60 ár hevur 1. maidagshald verið á Vaglinum.

Tað hevur verið Havnar Arbeiðsmannafelag, sum nú eitur Havnar Arbeiðarafelag, sum hevur skipað fyri.

Men nú koronakreppan herjar landið, verður haldið í ár av ongum, tí myndugleikarnir hava mælt frá at skipað verður fyri tiltøkum, har fleiri enn 10 fólk savnast.

Men Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, sigur, at hóast einki hátíðarhald verður á Vaglinum, skulu fólk kortini fáa nakrar røður.

Hans Joensen sigur, at røðurnar verða sendar í útvarpinum hjá Kringvarpinum, sum vanligt, men tær verða bara ikki hildnar á almennum tiltaki á Vaglinum.

Tey, sum fara at halda røðu á altjóða arbeiðaradagnum í ár, verða Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum, Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki og Beata L. Samuelen, forkvinna í landsfelagnum hjá pensjónistunum.

Tað plagdi vera nógv fólk á Vaglinum at lurta eftir røðum og horntónleiki - men í ár verður alt øðrvísi