Trý ísfiskalínuskip fiska undir Føroyum í løtuni, og væntandi er, at øll koma inn at landa fyrst í næstu viku. Skipini hava mest av toski, hýsu og longu.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at fimm frystilínuskip í løtuni fiska í føroyskum sjógvi, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi.
- Streymurin verður harður fyrst í vikuni sum kemur, men hann batnar, sum vikan gongur. Veðrið verður skiftandi ein part av vikuni.
Av tí, at páskirnar nú eru fyri framman, vænta tey á Fiskamarknaði Føroya ikki, at tað verður tann nógvi útróðurin teir komandi dagarnar.