Trý ung fólk stungin á handilsgøtu í Haag

Tríggir persónar fingu lættari snuddir í einum kníválopi í Haag í gjár, upplýsir hollendska løgreglan. Illgerðarmaðurin er leysur enn.

(Photo by Sem VAN DER WAL / ANP / AFP) / Netherlands OUT

(Photo by Sem VAN DER WAL / ANP / AFP) / Netherlands OUT

Trý ung fólk vórðu særd í einum kníválopi í gjárkvøldið í hollendska býnum Haag. Øll trý eru komin av aftur sjúkrahúsi eftir viðgerð.

Tað upplýsti løgreglan í Hollandi seint í gjárkvøldið, skrivar tíðindastovan AFP.

– Øll trý offrini í kníválpinum í Grote Marktstraat vóru ikki komin til lógaldurs, undir 18 ár. Vit eru í samband við familjur teirra, upplýsir løgreglan í Haag í einum tweeti.

Sambært hollendsku sjónvarpsstøðini NOS vóru tannáringagentur millum offrini.

Løgreglan upplýsir harumframt, at lýsingin frá fyrr í gjár um, mistonkti skuldi vera ein maður millum 40 og 45 ár og av norðurafrikanskum uppruna er skeiv.

– Vit leita eftir einum mistonktum. Eingin er enn handtikin. Í løtuni er allir møguleikar opnir, sigur Marije Kuiper, sum er talskvinna fyri løgreglnuna, sambært Reuters.

Í gjárkvøldið lóðaði eisini, at »fleiri« persónar vóru særdir.

Álopið skuldi hava verið í eini handilsmiðstøð í Haag, sum við eini góðari millión íbúgvum er triðstørsti býur í Hollandi.

Einki bendir á, at kníválopið var íbirt av einum ynski um at fremja yvirgang, sigur sjónvarpsstøðin NOS og vísir til »ymsar keldur«.

Enn eru fáar váttaðar upplýsingar um álopið.

Sambært NOS og AFP var álopið í handilsmiðstøðini Hudson Bay. Tað er tó heldur ikki váttað. Á myndum á sosialum miðlum síggjast kundar, sum í panikki renna frá staðnum.

Nógv fólk vóru í økinum í gjár at leita eftir góðum tilboðum í sambandi við black friday.

Álopið í Hollandi var fáar tímar eftir at tveir persónar vórðu dripnir í kníválopi í miðbýnum í London. Tann illgerðarmaðurin, ein 28 ára gamal maður, varð tikin á fótum av fólki, sum komu framvið og skotin av løgregluni.

Í Hollandi hava – eins og í fleiri øðrum londum – verið fleiri álop av hesum slag, skrivar AFP.

Í mars vórðu fýra persónar dripnir, tá ein maður føddur í Turkalandi fór at skjóta í einum sporvogni í Utrecht.

Mánadagin í hesi vikuni tók løgreglan tveir misteinkiligar jihadistar, annan í Haag, og skuldsetti teir fyri at leggja til rættis yvirgangsatsókn við sjálvmoðrs- og bilbumbum.

 

/ritzau/

(Photo by Sem VAN DER WAL / ANP / AFP) / Netherlands OUT