Trygdarskeið í 9. flokk

Føroyar eru ein fiskivinnutjóð. Men seinastu árini hevur tað verið ein avbjóðing at manna ávísar skipabólkar, av tí at tað m.a. er blivið trupult at fáa yngra ættarliðið at taka við. 

Lóggávan um trygd er nógv herd seinastu árini, og hetta hevur hækka gáttina munandi hjá ungum og óroyndum fólki at fáa atgongd til arbeiðspláss umborð á fiskiskipum. M.a. tí at trygdarskeiðið er so kostnaðarmikið. Hetta er spell, tí tað kann steðga tilgongdini av nýggjum sjófólki til okkara fiskiskip, tí tey velja heldur at fáa sær annað arbeiði á landi.

Trygd á sjónum eigur at gerast sum ein partur av undirvísingartilfarinum í framhaldsdeildini. Tí hevur Sjálvstýri sett sær fyri, at fáa trygdarskeið sum eina valgrein fyri allar áhugaðar næmingar í 9. flokki.

Bárður Kass Nielsen

Valevni fyri Sjálvstýri