Trygg koronustrategi tryggjar Ardern sigur

New Zealendska forsætisráðfrúan hevur verið vælumtókt fyri handafaring sína av farsóttini. Í dag kann hon verða afturvald.

 

 

Jacinda Ardern roynir at verða afturvald sum forsætisráðfrúa í New Zealandi. Foto: Michael Bradley/Ritzau Scanpix

Jacinda Ardern roynir at verða afturvald sum forsætisráðfrúa í New Zealandi. Foto: Michael Bradley/Ritzau Scanpix

Newzealendingar eru í dag farnir á val til landsins tjóðarting.

Valið stendur millum konservativu Judith Collins og sitandi forsætisráðfrúuna, Jacindu Ardern.

Adern hevur verið sera vælumtókt undir koronukreppuni, og fyribils kanningar tykjast tryggja henni enn eitt trý ára valskeið sum stjórnarleiðari.

Flokkur hennara, Labour, fær eftir øllum at døma eina munandi framgongd.

Framgongdin kann gerast so stór, at flokkurin kann skipa stjórn einsamallur. Verður tað, so er tað frystu ferð, síðani New Zealand broytti valskipan í 1996.

Dyrnar til valhølini lótu upp klokkan 9 lokala tíð – sum er klokkan 21 í gjárkvøldið okkara tíð. Eitt metstórt tal av veljarum hava longu atkvøtt frammanundan.

Sambært landsins valnevnd hava slakar tvær milliónir veljarar út av 3,5 milliónum við valrætti atkvøtt við brævatkvøðu fyri valdagin.

Valstøðini lata aftur klokkan 19 lokala tíð, og tá væntast fyrstu valúrslitini.

Valð er útsett í ein mánað eftir at nýggir koronutilburðir vóru staðfestir í fólkaríkasta býnum Auckland. Tað hevði við sær stongsul av býnum.

New Zealand, hvørs fólkatal liggur um fimm milliónir, hevur í løtuni null skrásettar smittutilburðir í samfelagnum.

Allir smittaðir persónar er í sóttarhaldi á hotellum.æ

Landið er tí eitt av fáu støðum í heiminum, har fólk ikki hava skyldu at vera í masku ella halda frástøðu.

New Zealand stongdi skjótt alt niður í vár við nøkrum av heimsins strangastu tiltøkum. Tað hevur ført við sær, at oyggjalandið hevur skrásett 25 koronuandlát undir farsóttini.

Mótsætt restini av heiminum hevur gerandisdagurin verið næstan normalu í New Zealandi, og tað hevur verið við til at givið forsætisráðfrúuni stóran stuðul í veljarakanningum.

Í eini roynd at fáa atkvøður sigur mótstøðukvunna hennara, Judit Collins, at hon hevði megnað betri at fingið hart rakta búskapin aftur á rættkjøl.

Undir tjóðartingsvalinum atkvøða newzelendingar eisini um at gera cannabis lógligt.

Um tað verður samtykt, verður New Zealand tað triðja landið í heiminum at loyva nýtslu og sølu av cannabis.

/ritzau/Reuters

 

 

Jacinda Ardern roynir at verða afturvald sum forsætisráðfrúa í New Zealandi. Foto: Michael Bradley/Ritzau Scanpix