Trygg viðgerð í Føroyum

 

 

Eitt vælvirkandi heilsuverk er ein av grundsúlunum undir vælferðarsamfelagnum. Allir borgarar landsins eiga at kenna seg tryggar í, at um teir fá tørv á heilsuhjálp, so fáa teir tað - skjótt, gott, ókeypis og í Føroyum um til ber.

 

Tá tað ræður um at gerast frískur, kann landið viðgerðin fyrigongur í tykjast undirordnað, ja sjúklingar ferðast gjarna langt, um tað er neyðugt. Men, tað er sera møtumikið bæði at vera sjúkur og at noyðast at vera langt heiman. Eisini at noyðast at ferðast ímillum lond til viðgerðir er slítandi. Tað er tí av stórum týðningi, at vit veita so nógvar viðgerðir, sum tað er læknafrøðilga forsvarligt í egnum landi.

 

Tað er ein stórur fyrimunur hjá sjúklingum at fáa viðgerðina í egnum umhvørvi og kunna samskifta við læknar og onnur heilsustarvsfólk um sína støðu á móðurmálinum, og uttan at øll familjan skal hálast upp við rót.

 

Her er svarið ikki ein viðgerðartrygd, har fíggjarliga orkan hjá sjúkrahúsverkinum verður uppetin av viðgerðum á útlendskum privatsjúkrahúsum. Svarið er heldur ein varandi loysn, har vit tryggja eitt nøktandi tal av serlæknum í heilsuverkinum.

 

Hetta fer at halda bíðitíðina so stutta sum gjørligt, og eisini tryggja so nógvum borgarum, sum læknaliga forsvarligt, viðgerð í Føroyum.

 

Serlæknapuljan hevur gjørt góðan mun her, men enn er nakað á mál. At føroysk læknalesandi eftir loknan lestur hava fingið framíhjárætt til sokalkaðu KBU-plássini í Føroyum hevur eisini verið eitt framstig.

 

Verulig og varandi viðgerðartrygd er nýta mest møguliga orku at tryggja føroyingum dygdargóða heilsubót í Føroyum, men sjálvandi senda teir sjúklingar, sum hava tørv á tí, av landinum til serviðgerð.