Tryggar umstøður til barnakonur í Suðuroynni

 

Fyri tann, sum umhugsar at seta búgv, hevur tað alstóran týdning, at hann altíð kemur at hava atgongd til eitt vælfungerandi heilsuverk, sum til eina og hvørja tíð megnar at lofta einum.

At føðistovan í Suðuroyar Sjúkrahúsi lat aftur var av sonnum eitt stórt samfelagsligt afturstig fyri Suðuroynna. Nú verða allar barnarkonur úr Suðuroynni tilráddar at fara norður til Havnar á LS at eiga, helst tvær vikur undan termin. Orsøkin er, at Suðuroyar Sjúkrahús ikki hevur alla ta neyðugu fakligu vitanina á økinum, um heilt illa stendur til undir einari føðing.

Tað er bara ikki so lætt at fara til Havnar at eiga og man veit tíverri ikki heilt, nær verkirnir koma. Serliga er tað ikki lætt fyri hana, sum hevur fleiri børn. Enn verri, um hon heldur ikki hevur tað baklandið, sum henni tørvar. Tí hvør skal ansa børnunum, tá verkirnir byrja, um hon tekur børnini við norður? Ella hin vegin, hvør skal ansa børnunum heima við hús, um hon ikki tekur tey við norður? Er tað rætt, at eitt samfelag skal senda eina mammu av oynni fyri at eiga, meðan restin av familjuni bíðar heima við hús? Nei, tað er tað als ikki!

 

 Soleiðis kann man bliva við at peika á trupulleikar, sum standast av hesari orsøk.

Fakta er, at samfelagið leggur upp til, at pápin, omman ella onnur avvarðandi mugu taka sær frí frá arbeiði fyri at vera hjá  barnakonuni, meðan tey bíða í havn. Ofta fara hesi norður at bíða longu tvær vikur undan termin, men gongur hon tvær vikur yvir, ja so hava hesi brádliga verið í Havn í ein heilan mánað. Gamaní ber til hjá mammuni at fara í barsil 4 vikur undan termin, men hvussu við pápanum ella kanska øðrum avvarðandi, sum traðka í pápans stað? Hvør rindar fyri teirra mistu arbeiðsinntøku? Ongin.

 

Ein annar trupulleiki eru tey ótryggu og óskipaðu bústaðarviðurskiftini í Havn, sum hesi fáa bjóðað í bíðitíðini. Tað er í heilum, at vit hoyra, at barnakonur hava kent seg sleptar uppá fjall, tá tær skuldu norður, tí tær av onkrari orsøk ikki hava fingið ta íbúð, sum annars var væntað. Hetta skapar ein óneyðugan ótryggleika í eini so viðkvæmari tíð.

 

Man kann bara staðfesta, at tað ikki er serliga lokkandi hjá ungum barnafamiljum at seta sær búgv í Suðuroynni í núverandi løtu. Talan er um avbjóðingar, sum ikki eiga at finna stað í einum nýtímans vælferðasamfelagi. Vit hava fyrr hoyrt um A, B og C borgarar í Føroyum, ja her er sanniliga talan um C borgarar. Tí eiga vit at gera alt vit kunnu fyri at loysa hesar avbjóðingarnar.

Verði eg vald inn á Føroya Løgting vil eg arbeiða fyri, at barnakonurnar úr Suðuroynni og teirra familjur verða lyftar frá C støði upp til A støði á hesum øki. Eg vil arbeiða fyri at etablera eina vælvirkandi føðistovu á Suðuroyar Sjúkrahúsi við neyðugari fakligari vitan. Ja, hetta verður trupult og kemur at taka tíð, men vit eiga ikki at geva upp!

 

Meðan vit bíða eftir, at føðistovan letur upp, vil eg betra um bústaðarviðurskiftini hjá Suðuroyar barnakonunum í Havn. Eg vil venda ótryggleikanum við at fara til Havnar til ein tryggleika. Vit skulu venda gongdini til eina jaliga og góða uppliving.

 

Haraftrat vil eg loysa fíggjarligu trupulleikarnar, sum pápar ella onnur avvarðandi rena seg í, tá tey bíða í Havn. Hetta eigur at kunnu loysast antin í barsilsskipanini ella við at gera tað møguligt at søkja um mista arbeiðsinntøku hjá tí almenna.

 

Kristina Roest, valevni javnaðarflokkurin