- Tú svíkir kollektivið!

- Eg havi sæð fleiri, sum ikki virða sóttarhaldið - eisini fólk, sum hava fingið staðfest korona, sigur Kári Jóannesarson á Høvdanum, sum gevur ilt av sær.

 

- Bróta vit sóttarhaldið, svíka vit kollektivið, og tað er bara ov vánaligt og ábyrgdarleyst, sigur Kári Jóannesarson á Høvdanum.

- Bróta vit sóttarhaldið, svíka vit kollektivið, og tað er bara ov vánaligt og ábyrgdarleyst, sigur Kári Jóannesarson á Høvdanum.

 

Nú korona-smittan herjar um heimin, og eisini vit í Føroyum royna at verja okkum - og verja hvønn annan - sum best, argar tað fólk, tá einstøk fólk, sum sambært reglum og tilmælum áttu at verið í sóttarhaldi, kortini rekast úti millum almenningin.

Ein av teimum, sum finst harðliga at óskilinum, er fótbóltsdómarin í Syðrugøtu, Kári Jóannesarson á Høvdanum, og á Facebook-síðuni - Í Gøtu ein dag - gevur hann ilt av sær:

- Vælsignaðu tit, sum eru í sóttarhaldi. Haldið tykkum nú innandura ella á matriklinum. Eg havi sæð fleiri, sum ikki virða sóttarhaldið, enntá fleiri dagar upp í slag! Í ringasta føri kunnu tit hava mannalív upp á tykkara samvitsku - bara tí, tit ikki tímdu at verða inni!

Á Facebook-síðuni leggur Kári Jóannesarson á Høvdanum, sum annars ikki plagar at veipa við ørmunum, aftrat:

- Hetta er alvorligt! Virðið onnur!

In.fo hevur vent sær til Kára Jóannesarson á Høvdanum í morgun, og hann sigur, at hann bæði hevur sæð fólk, sum eru í sóttarhaldi, tí tey hava verið nær sjúkum, men hann hevur eisini sæð fólk, sum eru staðfest sjúk við korona-virus, men sum kortini hava verið úti á almennum vegi.

- Reint persónliga leggi eg ikki nógv í hetta, men eg haldi, at vit eiga at hugsa um tey, sum vit í hesum tíðum annars leggja so stóra orku í at verja. Her hugsi eg um tey við ymiskum sjúkum, tey veiku og gomlu, sum helst ikki skulu fáa korona-smittu.

Kári Jóannesarson á Høvdanum vísir á, at tað eru fleiri, sum eiga gomul og veik foreldur, og tað eru fleiri, sum hava ymiskar kroniskar sjúkur, eitt nú diabetes2 og aðrar sjúkur, sum kunnu gera, at korona-smittan gerst lívshættislig.

- Føroyar eru smáar, og vit kenna í stóran mun hvønn annan. Skulu vit fáa billbukt við korona-smittuni, mugu vit í fyrsta lagi verja okkum sjálvi. Tá vit verja okkum sjálvi, verja vit eisini onnur. Vit mugu standa saman, men bróta vit sóttarhald, svíka vit kollektivið, og tað er bara ov vánaligt og ábyrgdarleyst, sigur Kári Jóannesarson á Høvdanum.

 

 

 

 

- Bróta vit sóttarhaldið, svíka vit kollektivið, og tað er bara ov vánaligt og ábyrgdarleyst, sigur Kári Jóannesarson á Høvdanum.