Tvær føroyskar granskingarverkætlanir innan covid 19

Í løtuni verður arbeitt við tveimum føroyskum granskingarætlanum innan covid-19. Einari við myrkatølum og einari um tað eru fleiri sløg av covid 19

Frá vinstru. Lars Fodgaard Møller, landslækni, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, og Shahin Gaini, serlækni og yvirlækni, á tíðindafundi 4. mars, eftir at fyrsti føroyingurin hevði fingið staðfest koronasmittu

– Tað er ein spennandi tíð, og vit eru mitt í maskinrúminum. Eg vil tí mæla phd-lesandi til at granska innan hetta økið. Tað eru fleiri verkætlanir, har til ber at granska, sigur Shahin Gaini, serlækni og yvirlækni.

– Sjálvt um vit eru heimsmeistarar í mun til fólkatalið at gera nógvar covid-19 kanningar í Føroyum, so kunnu tað tó vera myrkatøl. Tað vil siga, at fólk hava havt sjúkuna, uttan at tey vita av tí. Pál Weihe fer nú undir eina granskingarætlan, har 1.500 føroyingar verða kannaðir, um teir hava andingarevni fyri korona. Granskingin skal millum annað staðfesta, um tað eru myrkatøl í Føroyum, sigur hann.

Kenni meg mest sum føroying

Men ein onnur kanning skal eisini gerast, og hon leggur dent á, um tað eru ymisk sløg av covid-19.
– Vit fyrireika eina gransking, har vit skulu kanna, um tað eru fleiri sløg av koronavirus. Tað eru ábendingar um tað, til dømis eitt slag, ið spjaðir seg skjótt frá persón til persón og eitt annað, ið ikki spjaðir seg skjótt. Nú vilja vit granska tað nærri. Eg havi ta klinisku ábyrgdina av hesi verkætlanini, sigur Shahin Gaini.

Lesið alla samrøðuna við Shahin Gaini í vikuskiftissosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið.

Ellisheim ella sjúkrahús fara eisini at verða rakt