Tvey fólk fingið koronu í Føroyum

Tey hava ikki havt samband við hvørt annað, sigur landslæknin

Tveir nýggir koronatilburðir eru staðfestir í Føroyum í dag. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá Landslæknanum.

Hesaferð er talan um tvey fólk, sum ikki hava verið í sambandi við hvønn annan. Landslæknin veit longu við vissu, at tey eru smittað í Føroyum.    

Við KvF hevur hann upplýst, at tey hava verið á ólavsøku, men hava ikki havt samband við hvønn annan. Harumframt er korona staðfest hjá einum fólki afturat sum hevur verið í Føroyum um ólavsøkuleitið, mensum er farið av landinum aftur og smittan er staðfest, eftir at viðkomandi er komin aftur til Danmarkar.

Landslæknin mælir nú øllum til at taka støðuna í størsta álvara. Tað er neyðugt, at øll venda aftur til góðu atferðina við góðum reinføri og neyðugu frástøðuni.

– Taka vit okkum ikki um reiggj nú, er vandi av álvara fyri, at smittan fær fastatøkur í Føroyum. Her er talan um tríggjar ymiskar smittuketur, og tí skulu vit brúka stóra orku upp á at smittuuppspora tær ymisku smittuketurnar.” sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Landslæknin heitir á øll fólk, sum hava verið í sambandi við tey smittaðu, um at seta seg í samband við seg á teldupostinum [email protected]

Bæði Landsstýrið og farsóttarnevndin fara at koma saman sum skjótast, nú fleiri nýggir tilburðir eru staðfestir.