Tvey fólk innløgd við korona í dag

Í morgun var eingin innlagdur, men nú eru tveir persónar innlagdir

Landssjúkrahúsið (Mynd: Pætur Hjalmar Evensson)

Landssjúkrahúsið (Mynd: Pætur Hjalmar Evensson)

Í gjár blivu teir tveir persónarnir, sum hava verið innlagdir á Landssjúkrahúsinum við koronavirus, útskrivaðir. Sostatt fór talið av innløgdum niður í null.

Men talið helt sær ikki á null serliga leingi, tí í dag eru tvey onnur fólk innløgd, soleiðis at talið nú aftur er á tveimum. Tað sæst á hagtølunum, sum verða dagførd á heimasíðuni hjá myndugleikunum, corona.fo.

140 fólk eru staðfest smittað í løtuni, harav tvey eru innløgd. 556 eru í sóttarhaldi. 47 eru blivin frísk, og tilsamans eru 2859 kannað fyri koronasmittu.

Landssjúkrahúsið (Mynd: Pætur Hjalmar Evensson)