Tvey línuskip landa mánadagin

- Streymurin verður góður fyrst í vikuni, og veðrið verður hampiligt alla vikuna.

 

Eitt ísfiskalínuskip, sum fiskar í íslendskum sjógvi, kemur heim at landa mánadagin. Haraftrat eru fýra ísfiskalínuskip undir Føroyum. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu. 

- Eitt ísfiskalínuskip, sum fiskar undir Føroyum, landar eisini mánadagin, og møguliga koma onkur seinni í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Lagt verður aftrat, at trý frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og fýra fiska í føroyskum sjógvi.

- Streymurin verður góður fyrst í vikuni, men harðnar, sum vikan gongur. Veðrið verður hampiligt alla vikuna. So, helst verður onkur útróðrardagur, verður sagt um útlitini fyri næstu viku.