Týskur høgraflokkur tvífaldar stuðul á landspartavali

Alternative für Deutschland frá ytsta høgraveinginum fær næstan fjórðu hvørja atkvøðu á landspartavali.

Týski flokkurin Alternative für Deutschland (AfD), sum liggur á ytsta høgraveinginum í Týskaldni, hevur tryggjað sær stóra framgongd á valinum í dag í týska landspartinum Thüringen. Tað vísa fyrsta kanningarnar á valstøðum.

AfD, sum fekk 10,6 prosent av atkvøðunum á seinasta vali í 2014, meira enn tvífaldar stuðulin til 24 proset, vísa kanningarnar.

Størstur verður vinstraflokkurin Die Linke, sum seinastu árini hevur verið ein partur av samgongustjórnini í týska landspartinum.

Die Linke stendur til at fá 29,5 prosent av atkvøðunum.

Flokkurin hjá týska samveldiskanslaranum Angelu Merkel, CDU, stendur tilat gerast triðstørstur við 22,5 prosentum av atkvøðunum.

AfD leggur etableraðu flokkarnar undir ikki at hava skapt framgongd í landspartinum í gamla Eysturtýsklandi nú 30 ár eftir, at Berlinmúrurin fall.

Flokkurin varð stovnaður í 2013 sum ein flokkur, sum var kritiskur mótvegis ES og serliga teimum stóru milliardalánunum til kreppurakta Grikkaland.

Seinni fingu innflytara- og islamkritiskar hugsjónir alsamt størri ávirkan í flokkinum, og stóra innflytarabylgjan í Evropa – og serliga í Týslandi – í 2015 vaks undirtøkan hjá høgravenda flokkinum.

 

/ritzau/Reuters