Ukraina-sendikvinna kendi seg hótta av Trump

Tvey amerikonsk sendifólk hava greitt limum í Kongressini frá, at amerikanska uttanríkisráðið varð brúkt til innanríkispolitisk endamál av umsitingini hjá Donald Trump, forseta.

Fyrrverandi sendikvinnan í Ukraina, Maria Jovanovitch, sum hevur ein týðandi leiklut í kanniginum, sum kunnu enda við einum ríkisrættarmáli ímóti forestanum, sigur, at hon kendi seg hótta av eini viðmerking frá Trump.

– Trump segði: »Ja, ymiskt kann koma henni fyri«, segði hon sambært skjølum, sum Demokratarnir hava latið leys.

Í eini telefonsarøðu við forsetan í Ukraina, Volodimir Zelenskij, lýsti Trump eisnin Jovanovitch sum »vánalig tíðindi«.

 

/ritzau/Reuters