Umfatandi avmarkingar til fólkafundin

Tað verða ikki 1000 fólk á Doktaragrund í ár

Mynd:Erik Fløan

Mynd:Erik Fløan

Tað hevur vakt ans, at hóast so at siga øll stór tiltøk á ólavsøku eru tikin av skrá orsakað av koronutilmælunum, so verður kortini fólkafundur á Doktaragrund.

Fólkafundurin, sum unga tjóðveldi skipar fyri á hvørjum ári, plagar at vera heilt væl vitjaður, og stundum er sum sild í tunnu á Doktaragrund.

Men unga tjóðveldi hevur tikið fyrivarni og hevur spurt seg fyri bæði hjá kommununi og deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, sigur Rókur Herup Olsen, formaður í unga tjóðveldi.

– Vit eru sjálvandi í einari serliga støðu, so vit mátta kanna hjá kommuni og Pál Weihe í deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu. Tey hava givið grønt ljós við nøkrum fyrivarnum, sigur Rókur Herup Olsen.

Tey fyrivarni eru umfatandi í mun til, hvussu fólkafundurin plagar at vera.

Rókur Herup Olsen metir, at vanliga eru væl oman fyri 1000 fólk niðri á Doktaragrund til fólkafundin, men í ár verður økið nógv avmarkað, so nógv færri fólk sleppa framat. Rókur Herup Olsen veit framvegis ikki at siga, neyvt hvussu nógv fólk fara at sleppa framat, og økið er ikki neyvt uppmátað enn, men hann gitar, at talið kanska verður um 200. Rókur Herup Olsen leggur kortini aftrat, at tað talið skal takast við fyrivarni.

Umframt avmarkingina verður krav, at tey, ið ynskja at sleppa inn, skulu bæði ganga við masku ella munnbindi, og tey skulu eisini sprittast, áðrenn tey koma inn. Á staðnum verður eisini eftirlit, so tryggjast kann, at øll fylgja reglunum.

– Fólk sleppa ikki inn á økið uttan masku, og vit eggja fólki til at hava masku við. Vit hava keypt maskur, men har eru ikki nóg nógvar maskur til øll, og tí eggja vit eisini fólki at taka egnar maskur við, sigur Rókur Herup Olsen.

Av tí, at fólkafundurin hesaferð verður avmarkaður, er avgerð tikin um at stroyma fundin beinleiðis á netinum, so onnur eisini fáa møguleika at fylgja við.

Mynd:Erik Fløan