Umsíðir er Egon komin heimaftur

– Trúgvið mær um tit vilja, men tá ið eg var komin úr flogfarinum í Ålborg Lufthavn, fall eg til kníggja og kysti danska asfaltið.

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Soleiðis sigur havnarmaðurin, Egon Andreasen, sum seinastu mongu árini hevur verið búsitandi í Hirtshals í Norðurjútlandi.

Í november mánaði í fjør fór hann saman við unnustuni, Thi Tung, til heimland hennara Vietnam á vitjan.

Talan var um eina langa frítíð, sum varð sett til at varða fýra mánaðir. Heimferðin skuldi upprunaliga vera 23. mars, men vegna koronu-smittuna settust tey aftur í óásetta tíð.

Og henda óásetta tíðin gjørdist sum fráleið ein sonn marra. Fleiri ferðir fingu tey boð um at koma á flogvøllin, tí nú bar til at flúgva til Danmarkar, men hvørja ferð varð ferðin avlýst.

Ikki fyrr enn 6. juli eydnaðist parinum at fara úr Vietnam, og tá høvdu tey verið har í nærum átta mánaðir - dupult so leingi sum ætlað.

Dámdi væl

Egon sigur, at hóast hann er ómetaliga fegin um at vera aftur á flatlondum, so trívist hann sum heild væl í Vietnam.

Fólk eru bæði fitt, fryntlig og fyrikomandi. Unnustan eigur eini hús har, sum eru í tveimum hæddum, og har hugnaðu tey sær óført saman við familju hennara, tá ið tey vóru har.

Les eisini: Egon Andreasen strandaður í Vietnam

Hvørt land hevur sína mentan og siðir, og í mongum førum eru vietnamesar ikki eins og vit norðbúgvar. Til dømis hava teir onga bíðiraðsmentan. Ert tú eini ørindi á t.d. einum posthúsi, er tað hann ella hon, sum troðkar seg fremst, ið verður fyrst avgreiddur.

Les eisini: Egon veit ikki nær hann sleppur heim úr Vietnam

Somuleiðis ivast Egon í, um vanligi vietnamesin veit, hvat ein tummastokkur ella eitt waterpass er, tí tá ið bygt verður, verður bara bygt eftir fummum. Um húsini hella eitt sindur, ella standa skeiv, ger ikki petti – bert tey standa har.

Hann veit ikki, nær unnustan og hann leita sær aftur til Vietnams, men tað verður so ikki í bræði.

Skrivað hevur: Símun úr Konoy