Ungdómstingið

Mánadagin og týsdagin var átakið Ungdómsting, har ung í Føroyum fingu møguleikan at roynt seg í Løgtinginum.

Tilsamans vórðu 12 uppskot løgd fyri Ungdómstingið, og tey vórðu øll viðgjørd. Sjey av teimum vórðu samtykt og fimm av teimum vórðu feld. Eitt av samtyktu uppskotnum var, at ung undir 18 ár, sum ganga á miðnámsskúla, skulu fáa lestrarastuðul.

Endamálið er at vísa ungdóminum, hvussu fólkaræðið virkar í verki. Seks skúlar vóru umboðaðir á ungdómstinginum, nevniliga Skúlin á Løgmannabreyt, Hoyvíkar skúli, skúlin á Giljanesi, skúlin í Vági, skúlin á Tvøroyri og NámX, sum eru 10. flokkur í Tórshavnar Kommunu.