Ungfólk hildu ikki tilmæli um korona

Báðu ferðir fór løgreglan at práta við tey - og tað kemur ikki ofta fyri, sigur løgreglan

Tvær ferðir í gjárkvøldið ringdu fólk til løgregluna at boða frá, at ungfólk vóru komin saman í bólki í veitslulag og at tey vóru so nógv í tali, og vóru so tætt við hvønn annan, at tey hildu ikki tilmælini frá myndugleikunum um, hvussu fólk skulu bera seg at fyri at forða fyri at fleiri fólk fáa korona.

Tilmælið er, at vit skulu vera minst tveir metrar frá hvørjum øðrum og at vit í mesta lagi skulu vera tíggju fólk saman.

Í báðum førum fór løgreglan á staðið at tosa við tey ungu. Løgreglan hevur ikki heimild til at spjaða mannamúgvur, og sostatt fáa tey ikki gjørt annað enn at tosa við tey, siga tey.

Fyrru ferðin var í Steinatúni, har boðað var frá, at fólk sótu og ballaðust, men tá ið løgreglan kom á staðið, vóru tey farin. Har vóru bara nøkur heilt fá fólk eftir, og tey søgdu passaliga langt frá hvørjum øðrum.

Aðru ferðina var í viðarlundini í Havn, har ungfólk vóru komin saman og har tey høvdu tey kynt eitt lítið bál.

Fólk í grannalagnum, sum fingu roykin á seg, ringdi til løgregluna, sum fór á staðið. Løgreglan sigur, at talan var um ellivu ungfólk, og tá ið løgreglan kom til tey, høvdu tey longu sløkt bálið. Tey ungu fólkini vóru stak friðarlig, og stak hampilig at tosa við, so tað málið varð eisini loyst, siga tey.

Annars sigur løgreglan, at tey fáa ikki serliga nógvar faboðanir um fólk, sum ikki halda korona-tilmælini frá myndugleikunum.

– Samanumtikið er tað okkara varhugi, at fólk eru røsk at halda tilmælini, sigur løgreglan.