Ungur útróðrarmaður í stórum glastrevjabáti

- Fiskiskapurin hevur verið góður seinastu trý árini, og soleiðis hevur eisini verið higartil í ár, sigur Eyðbjørn Hansen á Langasandi.

 

- Luttur er stívliga 44 føtur langur og tekur 10.000 pund í lastini, sigur Eyðbjørn Hansen.

- Luttur er stívliga 44 føtur langur og tekur 10.000 pund í lastini, sigur Eyðbjørn Hansen.

 

34 ára gamli, Eyðbjørn Hansen á Langasandi, er annar maðurin, sum rør út við útróðrarbátinum Lutti, og uppi á landi er pápi hansara, Jóhan Hansen, sum skipar fyri umreking av línuni í einum skúri á Eiði. Saman við øðrum hava teir havt bátin í eini 11 ár og longu eini tvey ár eftir, at teir høvdu keypt, settu teir eisini upp í bátin á virkinum hjá Univice í Runavík.

- Luttur er nú stívliga 44 føtur langur og tekur 10.000 pund í lastini ímóti 5.000 pundum frammanundan. Eftir at báturin, sum er ein AWI Star, varð longdur, broyttist hann nógv og gjørdist nógv meira stabilur í sjónum.

Eyðbjørn Hansen sigur, at fiskiskapurin hevur verið góður seinastu trý árini, og soleiðis hevur eisini verið higartil í ár, tó at stórur partur av veiðini er hýsa, sum ikki er komin upp aftur í prísi enn eftir koronu-kreppuna.  

- Hinvegin hevur toskurin góðan prís, og tá út við ein triðingur av veiðini er toskur, lyftir tað væl undir samlaða prísin. Síðan fjør heyst hava vit latið fiskin ókruvdan til Sjógæti, og hetta hevur lætt nógv um hjá okkum, nú vit bara eru tveir á bátinum í senn.

Meðan prísirnir á stórum toski hava ligið heilt uppi á 25 til 27 krónum fyri kilo og hin smærri toskurin niðri á 14, hava vit fingið einar seks til sjey krónur fyri kilo av hýsu og minni fyri ta smáu hýsuna.

Eyðbjørn Hansen sigur, at ein trupulleiki, sum var longu fyri koronu, var, at útróðrarfiskurin var rak, men nú er fiskurin góður aftur. - Jú, eg haldi, at útróðrarfiskurin, sum vit hava fingið higartil í ár, hevur verið rímiliga rundur. 

Ungi útróðrarmaðurin vísir á, at teir vanliga seta einar 40 til 42 stampar hvørja ferð, og higartil í ár hevur veiðan javnan ligið um 8.000 og 9.000 pund, og onkur seta hevur roynt enn betur, tá best hevur ligið fyri. 

- Vit egna mest høgguslokk og gággu, og vit hava ein mann, sum fiskar gággu fyri okkum. 

Eyðbjørn Hansen sigur, at teir vanliga royna á einari leið millum tríggjar og seks fjórðingar úr landi, og her er rættiliga nógv hýsa er at fáa. Tað vísir seg, sigur hann, at tá teir koma longur út, verður hýsan smærri.

- Vit síggja ikki nógv til snellubátar enn. Onkur er, men eg haldi ikki, at teir rættiliga hava borið við fisk enn. Eg havi skilt, at bátar, sum seinastu tíðina hava gjørt nakrar túrar, hava ligið millum 400 til 500 pund á bátin, sigur útróðrarmaðurin. 

##med2##

##med3##

- Luttur er stívliga 44 føtur langur og tekur 10.000 pund í lastini, sigur Eyðbjørn Hansen.

Her stendur Luttur á virkinum hjá Univice - sundurskorin.

Luttur er ein AWI Star, sum nú er stívliga 44 føtur langur.