Uppskot um húsaleiguloft í Berlin fær mótstøðu

Ein politikari í Berlin ætlar at steðga hækkandi húsaleiguni. Men tað fer at steðga allari bygging, sigur vinnan.

Politikari í landspartastjórnini í Berlin ætlar at seta loft á húsaleiguna í týska høvuðsstaðnum.

Húsaleigustøðið er hækkað munandi seinastu árini, og hesum arbeiðir reyðgrøna landspartastjórnin við at broyta.

Men øll eru ikki á einum máli um tað. Tey eru sum halda, at uppskotið fer at fáa avleiðingar fyri menningina av nýbygging, og at íbúðararknaður endar í einum »sosialistiskum planbúskapi«.

Fólkavøksturin í Berlin hevur ført til vantandi bústaðir, og tað hevur trýst prísirnar uppeftir.

Tí vil Katrin Lompscher, sum hevur ábyrgdina fyri býarmenning og íbúðarøkinum í landspartastjórnini, hava eitt loft á húsaleiguna í øllum bygningum, sum eru bygdir eftir 2014.

Tað skrivar blaðið Berliner Morgenpost.

Sambært uppskotinum eigur húsaleigan ikki at fara upp um 60 kr fyri fermeturin.

Tað merkir, at ein tveyrúmsíbúð upp á 70 fermetrar ikki má kosta meira enn 4200 kr um mánaðin umframt el og hita og aðrar útreiðslur.

Fyri eldri bygningar skal húsaleigan vera enn lægri, stendur í uppskotinum, og húsaleiguloftið skal galda líka mikið, hvørju støðu bygningurin er í og um innbúgv er við ella ikki.

Fyri nógvar berlinar fer uppskotið at merkja, at húsaleigan minkar munandi.

Ein eldri íbúð í miðbýnum í Berlin kann í dag kosta meira enn tað tvífalda.

Men uppskotið fær mótstøðu. Ein talspersónur fyri eitt av íbúðarfeløgunum í Berlin sigur, at um uppskotið verður veruleiki, fara íløgur í íbúðarbygningar og nýbygging at steðga upp.

Jan-Marco Luczak, sum er limur í Samveldistinginum fyri kristindemokratiska CDU, sigur við blaðið Der Tagesspiegel, at bústaðarmarknaðurin verður »førdur beinleiðis inn í ein sosialistiskan planbúskap«.

Hann heldur, at ætlanirnar hjá Lompscher eru í stríð við grundlógina.

 

/ritzau/TT