Upsafiskiskapurin aftur vánaligur

Tað var ein lítil glotti við upsanum herfyri, men nú roynist fiskiskapurin ikki.

Nøkur av skipunum hjá Faroe Origin við bryggju í Runavík herfyri. Mynd: Álvur Haraldsen.

Nøkur av skipunum hjá Faroe Origin við bryggju í Runavík herfyri. Mynd: Álvur Haraldsen.

 

Nú er fiskiskapurin hjá partrolarunum, sum fiska upsa, aftur vánaligur. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. 

Men, flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Tað hevur annars verið ein lítil glotti við upsanum, men nú er fiskiskapurin aftur vánaligur.

Tveir djúpvatnstrolarar eru nýliga byrjaðir túr eystanfyri. Teir royna eftir svartkalva og koma neyvan inn at landa í vikuni sum kemur.

Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju í løtuni, men teir fara væntandi út aftur, tá sonevndi I-kassin letur upp fyrst í apríl.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Tey koma væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku. Skipini hava smáligan fiskiskap.

- Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap. Hetta skipið landar væntandi miðskeiðis í vikuni, verður lagt aftrat.

Nøkur av skipunum hjá Faroe Origin við bryggju í Runavík herfyri. Mynd: Álvur Haraldsen.