Úrslitið hjá Posta var 241.000 krónur

Tað er munandi verri enn árið fyri, tá úrslitið var 2,7 milliónir krónur

Árið 2019 var eitt miðalgott ár hjá Posta. Sølan vaks til knappar 120 milliónir krónur, rakstraríkastið er á leið sama, sum árini frammanundan á góðar 11 milliónir krónur ella góð 9% av søluni.

Tað skrivar Posta í ársfrágreiðinginin fyri 2019.

Posta hevur gjørt stórar íløgur seinastu árini, bæði í tøkni og bygning og eru avskrivingarnar hækkaðar.

Í árinum hevur Posta útreiðsluført fyri meira enn 3 milliónir krónur í umleggingum, niðurskrivingum og í kostnaði av ætlaðu einskiljingini. Tískil er úrslitið fyri árið bert 0,2 milliónir krónur mótvegis einum úrsliti fyri 2018 á 2,7 milliónir krónur.

Royndirnar at selja Posta á sumri 2019 merktu nógv fyri felagið, skrivar felagið í ársfrágreiðingini:

– Nógvar fyrireikingar vórðu gjørdar frammanundan, og nógv orka, umframt nakað av peningi varð lagt í tilgongdina, sum tíanverri ikki eydnaðist í hesum fyrsta umfarinum, skrivar leiðslan í ársfrágreiðingini.

Posta hevur havt yvirskot seinastu sjey árini og positivt rakstraríkast seinastu átta árini. Rakstraríkastið hevur øll hesi ár verið á einum støði, sum er sama ella oman fyri rakstraríkastið hjá fyritøkum, sum Posta samanber seg við.

Undanfarna samgonga setti sær sum mál at einskilja Posta. Hetta samsvaraði við teimum ætlanum, sum nevnd og stjórn hildu vera skilagóðar fyri felagið, og samsvarar við ta strategi, sum Posta arbeiðir eftir. At vera eitt flutningsfelag, har postur og flutningur annars rennur saman í eitt.

– Niðurstøðan av tilgongdini varð tó, at Posta ikki varð selt í hesum umfari. Viðkomandi landsstýrisfólk hevur tó framvegis heimild til at einskilja Posta. Úrslitið fyri 2019 er ávirkað av tilgongdini, skrivar leiðslan í ársfrágreiðingini.

Øll frágreiðingin kann lesast her