USA: Fyrsta land í heiminum við yvir 100.000 smittaðum

1554 fólk smittað við koronavirus eru deyð í USA, har yvir 100.000 nú eru smittað

Forsetin í USA, Donald Trump, skrivaði í gjár undir eini boð um, at bilaframleiðarin General Motoras skal framleiða respiratorar til koronasjúklingar. - Mynd: Jonathan Ernst/Reuters

Forsetin í USA, Donald Trump, skrivaði í gjár undir eini boð um, at bilaframleiðarin General Motoras skal framleiða respiratorar til koronasjúklingar. - Mynd: Jonathan Ernst/Reuters

Kurvan fyri talið av koronasmittaðum í USA hækkar beint uppeftir í hesum døgum. Í gjárkvødlið vóru 100.717 fólk staðfest smittað í landnum.

Tað vísir uppgerð frá Johns Hopkins University.

USA er havrið fyrsta landið, sum fer um 100.000 smittað. 1554 fólk smittað við koronavirus eru deyð í USA, harav flest í statinum New York.

Seint hóskvøldið varð Kina yvirhálað av USA sum landið við flestum koronasmittaðum. Í Kina er sløk 82.000 smittað, og landið er síðani hósdagin eisini yvirhálað av Italia.

Í Italia eru 86.498 smittað við koronavirus.

Tað er framvegis Italia, sum er landið, har flest fólk smittað við koronavirus eru deyð. 9134 koronasmittað fólk eru deyð í landinum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur skrivað undir uppá, at fólk úr herinum kunnu kallast inn at loysa uppgávur, upplýsir hann á einum tíðindafundi í gjárkvøldið okkara tíð.

Soleiðis kunnu fólk fáast til heilsustovnar, sigur forsetin.

Trump sigur eisini, at tað innan næstu 100 dagarnar skulu framleiðast 100.000 respiratorar.

– Italia vil hava respiratorar, Spania vil hava respiratorar, Týsklandi vil hava respiratorar. Øll vilja hava respiratorar. Vit fara at fremleiða nógvar respiratorar.

– Fyrst til okkara egna tørv, men vit fara eisini at hjálpa øðrum londum, sigur hann.

Donald Trump hevur í gjár skrivað undir eitt skriv við boðum um, at bilaframleiðarin General Motors skal framleiða respiratorar til koronasjúklingar.

Trump setti í síðstu viku í gildi aftur eina lóg, tað sonevndu Defense Productioan Act.

Tað er ein lóg, sum sjáldan verður nýtt, sum gevur stjórnini møguleika í krepputíðum at geva virkum boð um at framleiða ávísar vørur so sum heilsufrøðiliga útgerð.

/ritzau/

 

 

 

 

Forsetin í USA, Donald Trump, skrivaði í gjár undir eini boð um, at bilaframleiðarin General Motoras skal framleiða respiratorar til koronasjúklingar. - Mynd: Jonathan Ernst/Reuters