USA: Hægsta tal av deyðum av koronavirus í eitt samdøgur

WASHINGTON D.C.: USA setur eitt dapurt met við 884 andlátum seinasta samdøgrið.

Tað er higartil hægsta tal av deyðum upp á eitt samdøgur í landinum, vísir uppgerð frá Johns Hopkins University í nátt okkara tíð.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Tilsamans eru yvir 213.000 fólk smittað við koronavirus í USA. Av teimum eru yvir 8.000 vorðin frísk aftur.

Í USA eru yvir 5.000 deyð av koronavirusinum.

Tað er triðmest í heiminum, bert Spania við yvir 9.000 og Italia við yvir 13.000 eru frammanfyri.

/ritzau/