USA heitir á Danmark um at keypa fleiri stríðsflogfør til Arktis

Donald Trump væntar sær eina ætlan fyri økta danska verjufíggjarætlan á Nato-toppfundinum 3. desember, sigur amerikanska sendifrúan í Danmark.

Tað skrivar Jyllands Posten.

Níggju dagar innan stóra toppfundin hjá Nato í London heitir USA á Danmark um at keypa fleiri stríðsflogforø. Samstundis eigur Danmark at innfría trý ára gomul lyfti um at styrkja verjuna og eftirlitið í Arktis.

##med2##

Soleiðis er boðskapurin frá amerikonsku sendikvinnu í Danmark, Carla Sands, sum vísir á, at minst 5 av 27 nýggjum donskum F-35-stríðsflogfør standa permanent í USA, skrivar Jyllands Posten.

##med3##

»Ein partur av donsku flogførunum vera verandií USA, tí danskir flogskiparar skulu venjast í Arizona, og umleið 22 flogfør koma tí til Danmarkar. Tað eru ikki nógv flogfør, tá man landið eigur 38-40 F-16-flogfør. Tað eru faktiskt færri flogfør, so Danmark eigur nokk at hyggja upp á tað«, sigur Carla Sands, sum leggur afturat, at tað er Nato, sum vil hava fleiri stríðsflogfør.

 

 

 

Carla Sands, amerikanska sendikvinnan í Danmark