USA hevur fyri fimtu ferð í seks dagar yvir 40.000 koronusmittað

Í minsta lagi 16 amerikanskir statir hava slept ætlanum um at lata uppaftur, tí alsamt fleiri fólk eru smittað.

Donald Trump sigur vreiði sína yvir Kina vera vaksandi

Donald Trump sigur vreiði sína yvir Kina vera vaksandi

Næstan triði hvør amerikanski statur hevur steðgað ætlanum um at lata uppaftur samfelagsvirksemi, tí at kurvan við talinum av smittaðum er farin at vaksa aftur.

Tað skrivar CNN. Sambært amerikanska miðlinum eru upplatingin bremsað í 16 av 36 statum, har talið av smittaðum er vaksandi.

Sambært uppgerð frá tíðindastovuni Reuters er tað í dag fyri fimtu ferð í seks samdøgur skrásett yvir 40.000 nýggir smittutilburður í USA.

Í juni er talið av smittaðum fólkum meira enn tvífaldað í 14 statum, vísir ein greining frá tíðindastovuni. Teirra millum fólkaríkasti statirnir, California, Texas og Florida.

Arizonna hevur havt størstu hækkingina við 294 prosentum í mun til í mai. Síðani kemur South Carolina við 200 prosentum og Arkansas við 179 prosentum fleiri smittutilburðum í juni.

Fyri alt USA er talið av nýggjum tilburðum 46 prosent hægri í juni enn í mai, og talið av deyðum hækkaði við 21 prosentum.

Yvir 125.000 fólk eru deyð av Covid-19 í USA, og talið av smittutilburðum er farið um 2,5 milliónir.

Talið av deyðum er sambært CNN lutvíst høgt, tí tað svarar til næstan 25 prosent av alheims talinum av deyðum, meðan íbúgvaratalið í USA bara svarar til fýra prosent av heimsins íbúgvum.

Tað nýggja koronuvirusið varð funnið í Kina við árslok í fjør. Men við ógvusligum tiltøkum, sum eitt nú inn- og útferðarforboð fyri milliónbýin Wuhan, eydnaðist tað at fáa bremsað smittuspreiðingini.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir givið Kina skuldina fyri virusfarsóttina, sum hevur koyrt fleiri milliónir amerikanarar út í arbeiðsloysi.

Í gjár segði Donald Trump, at vreiði hansara yvir Kina er vaksandi.

Tað segði hann eftir at ovasti heilsuráðgevi hansra, Anthoni Fauci, hevði sagt, at myndugleikarnir ikki hava fult tamarhald yvir farsóttina.

– Tá eg síggi farsóttina spreiða sítt ljóta andlit kring allan heimin, eins og tær stóru oyðileggingarnar í USA, gerist eg vreiðari og vreiðari inn á Kina, skrivar Trump í einum tweeti.

/ritzau/

 ##med2##

Donald Trump sigur vreiði sína yvir Kina vera vaksandi