USA hevur nú skrásett flest korona andlát

Talið av deyðum við koronavirus í USA er nú farið um 20.000, harvið er fleiri deyð í USA enn í Italia, og USA er nú tað landið, sum hevur flest, sum deyð av korona.

Tað eru skrásett fleiri deyð av koronavirus í USA enn í Italia. Her síggjast heilsustarvsfólk í New York, sum flyta ein deyðan sjúkling í ein køldan lastbil, sum virkar sum fyribils kapell undir koronaútbrotinum, sum hevur rakt statin hart.

Talið av deyðum av koronavirus í USA er í dag farið um 20.000. USA er havirð landið í heiminum, har flest nú eru skrásett deyð.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Síðani kemur Italia, har tað eru skrásett tilsamans 19.468 andlát av koronavirus, meðan Spania við 16.353 er landið við triðflest deyðum.

Fólkatalið í USA er fimm ferðir størri enn í Italia, og næstan sjey ferðir størr enn í Spania.

USA er tað landið í heiminum, har flest eru váttað smittað við koronavirus. Meira enn ein hálv millión amerikanarar eru staðfestir positivir við virusinum.

Tað kann tó vera trupult beinleiðis at samanbera talið av smittaðum og deyðum av koronavirus millum lond, tá tað eru ymsir mátar, sum londini nýta at gera tølini upp, og tá tað er ymiskt, hvussu londini handfara smittuna og hvussu nógv tey kanna.

Harumframt eru ákærur um, at nøkur lond fjala veruleikan um, hvussu nógv eru smittað og deyð. Eitt nú hava amerikanskir topppolitikarar sambært vinnumiðlinum Bloomberg reist slíka ákæru ímóti Kina.

Tað eru seinastu fýra dagarnar skrást umleið 2.000 deyð um dagin í USA. Serliga hart raktur er  staturin New York.

Amerikanski heilsuserfrøðingar hava ávarað um, at deyðstalið í USA kann koma heilt upp í 200.000, um avmarkingarnar, sum eru framdar í landinum fyri at forða smittuspjaðing, verða tiknir av eftir ein mánað.

Tað er í 42 út av 50 amerikonsku statum settar reglur um, at fólkið skal vera heima so nógv sum gjørligt.

Tað hevur havt stóra ávrikan í USA, og 17 milliónir amerikanarar eru vorðin arbeiðsleys av koronakreppuni.

Tað er hægsta arbeiðsloysi í USA síðani kreppuna í tríatiárunum.

Sambært fleiri búskaparfrøðingum kann talið av arbeiðsleysum koma upp í 20 milliónir, áðrenn apríl er farin. Tað hevur fingið fólk at spyrja, hvussu leingi handlar skulu vera stongdir og ferðaavmarkingar skulu vera í gildi.

Kring heimin eru fleiri enn 1,6 milliónir persónar, sum eru smittaðir við koronavirus, og fleiri enn 103.000 fólk eru skrásett deyð.

/ritzau/Reuters