USA mælir til at fjala andlitið fyri at sleppa undan smittu

Mælt verður nú amerikanarum til at fjala andlit, nøs og munn fyri at avmarka smittu við koronavirus.

Amerikanska stjórnin mælir nú amerikanarum til at fjala andlitið fyri at verja seg ímóti koronavirus.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, á tíðindafundi í gjárkvøldið okkara tíð.

Talan er um eina áheitan, ikki um eini boð, leggur forsetin dent á.

Tilmælið kemur frá amerikonsku myndugleikunum fyri sjúkueftirlit og –fyribyrging (CDC).

Myndugleikin leggur tó dent á, at tað ikki er neyðugt við eini kirugiskari masku ella øðurm læknaligum munnbindi.

Og at fjala nøs og munn kann ikki koma í staðin fyri atlitini um at vaska hendur og halda frástøðu frá fólki.

Trump segði á tíðindafundinum, at hann ikki sjálvur roknar við at fylgja ráðunum um at fjala seg.

Boðini frá amerikonsku myndugleikunum koma fáar tímar eftir, at Michael Ryan, sum er leiðari fyri neyðhjálpini, hevur boðað frá hesum.

/ritzau/Reuters