Útlendingar hava aftur fingið hug at koma til Føroya

Vit hava fingið fleiri gestir enn væntað, sigur stjórin á okkara nýggjasta hotelli

 

 

Tað er týðiligt, at útlendsk ferðafólk aftur hava fingið hug til at vitja Føroyar. Tað sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á tí nýggjasta hotellinum, Hotell Brandan í Havn.

Hann sigur við útvarpsttøðina, FM1, at tað eru verri enn so líka nógv ferðafólk, sum tað plagar at vera, men á hotellinum hava tey kortini nógv fleiri gestir enn tey høvdu væntað.

Nógv tey flestu eru danskarar, men tey hava eisini gestir úr Noregi og úr Íslandi. Men hvussu framtíðin verður, dugir hann ikki at siga.

– Vit hava heilt fitt av bíleggingum, men hvussu tað fer at roynast í verki, veldst alt um, hvussu støðan verður í samband við koronu. Hann sigur við FM1, at fólk kunnu avlýsa bíleggingarnar nokk so seint upp undir, at tey skulu koma, so tað veldst alt um, hvussu gongdin í sambandi við korona verður.