Útskeldaði Huawei-stjórin trýr upp á Danmark

Huawei hevur mist 5G sáttmála í Danmark og hóast orrustuna um kinesiska trýstið á Føroyar, so hevur stjórin góðar vónir fyri kinesiska telerisanum í Danmark.

Kenneth Frederiksen er evropiskur og norðurlendskur stjóri fyri kinesiska tele- og tøknirisan Huawei, og hóast arbeiðsgevari hansra fær nógv oman yvir seg, so trýr Kenneth Frederiksen upp á eina framtíð hjá Huawei í Danmark.

Í eini samrøðu við Børsen metir Kenneth Frederiksen, at 2020 verður gott fyri Huawei, tí vørur teirra til brúkaran so sum fartelefonir og teldlar ganga væl. Hann vísir á, at nú verður miðað eftir øðrum enn 5G-netverkum, sum kinesiski telerisin mist sáttmálan uppá í Danmark í fjør.

»Tøknin mennir seg skjótt. Dátur er nú virðismesta í talgilda heiminum, og tí verða claudgrundaðar loysnir og manngjørdur intelligensur tað sum tað fer at snúgva seg um«, sigur hann við Børsen.

Umframt góða sølu av fartelefonum í Danmark hevur Huawei veitt breiðbandsloysnir, og arbeiðir saman við TDC við coax-netinum. Huawei misti 5G-sáttmálan eftir drúgt poltiskt kjak, sum hevði bond til handilskríggið millum USA og Kina – og ikki minst eftir alt rokið um, at kinesiski sendiharrin í Danmark hevði lagt trýst á landsstýrið í Føroyum fyri at fáa Føroya Tele at keypa 5G frá Huawei.