Vælferð – almannamál

Sambandsflokkurin er ein sosialt sinnaður flokkur, og stendur hetta eisini skrivað í stevnu floksins. Sambandsflokkurin hevur altíð havt tann sosiala profilin sum sítt skjaldramerki.

Hetta, at Sambandsflokkurin er ein sosialt sinnaður flokkur, tað er nakað, sum eg taki fult undir við og eisini gangi sterkt inn fyri. Hetta økið kenni eg hampiliga

væl til, og hevur tað eisini mín stóra áhuga.

Raksturin

Við vaksandi fólkatali og tí fólkasamanseting, sum vit hava í dag, so kemst ikki uttanum, at játtanin til økið má økjast. At fyrigykla sær nakað annað, tað er ikki rætt. Men, vit eiga allatíðina at eftirmeta allar fyriskipanir, sum eru á økinum og samstundis hugsa nýtt og øðrvísi, tí vit hava skyldu at fáa sum mest og best fyri játtanina til økið.

Eitt, sum er so sera umráðandi, tað er at leggja ætlanir fyri økið langt fram í tíðina. Við góðum hagtølum og framtíðarætlanum, so fáa vit lagt økið betur til rættis og kunnu tí møta framtíðini og framtíðaravbjóðingunum betur fyrireikað, enn vit mangan gera í dag.

Vælferðarlógin kom ikki aftur úr nevnd, áðrenn tingið fór heim í mai – tað var spell. Í hesi lóg er nógv skilagott, men onkrar av raðfestingunum kundi eg ynskt mær øðrvísi – t.d. eigur rehabiliteringin at fáast at virka fult út beinanvegin. Í uppskotinum  til vælferðarlógina stendur m.a., at ætlanin við viðlíkahaldsvenjingini er, at hon kemur í gildi í 2021. Hetta má broytast.

 

Íløgur

Íløgutørvurin er stórur á almannaøkinum. Serliga tað at byggja og útvega vardar bústaðir til fólk við menningartarni, búheim, umlættingarheim, barnaheim v.m. Alt hetta er sera átrokandi. Tørvurin er serliga stórur í Suðurstreymi, men tørvur er eisini aðrastaðir kring landið. Avsettar eru 200 mió. til bygging og útvegan av bústøðum o.ø. fram til 2022, men ásannast má, at sera, sera striltið hevur verið at komið í gongd við hesum íløguætlanum. Her má nakað henda, og tað skjótt eisini.

Sambandsflokkurin tekur vælferðina hjá øllum borgarum í størsta álvara og fer at gera sítt besta til, at vit fáa skilagóðar loysnir á øllum avbjóðingunum á almannaøkinum.

 

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og valevni fyri Sambandsflokkin