Vælkomin umborð

Eg eri valevni á Sjálvstýrislistanum í ár, 2019.

Millum dugnalig og framfýsin valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum, roynd sum óroynd, fari eg bera fram á torg hjartamál og raðfestingar, sum skulu mynda meg í politiskum hylki.

 

”Seinar eru einar hendur”, sigur tíðarleysa orðatakið - vit skulu lyfta í felag. Kumpassin er rættað, og okkara stevnumið eru:


- møguleikar í grønari vinnu

- minka um luft- og ljóðdálkan nærhendis bygd og bý

- flyta almennar stovnar úr Tórshavn, og harvið lætta um ferðslu- og bústaðartrýstið í 

  høvuðsstaðnum

- innkomuvegurin Skálafjaramegin (Runavík). Ferðslan skal leiðast út um miðbýin

 

Viðvíkjandi tunnilsverkætlanini, ”Eysturoyartunnilin”, skal luturin hjá Kári P Højgaard​ ikki liggja ógáaður. Hann hevur framt eitt satt bragd til frama fyri infrakervi í landinum. 
Seinasta hond verður løgd á, tá innkomuvegurin verður tikin til høldar.


Sjálvstýrisflokkurin hevur við Kári P. Højgaard, og Jógvan Skorheim​, staðið stinnur á Skálafjørðinum og í Norðoyggjum.


Í samráð við teg, veljarin, fara vit at byggja út. Bøgarðarnir í Eysturoy og Norðoyggjum laða vit um, soleiðis, at teir røkka norðri úr Ennibergi, suður til Akraberg. Vesturi úr Mykines og eystur til Fugloynna.

 

Í hópinum telist nú royndi og úrslitshorvandi politikarin, Kristin Michelsen​, sum fyndigur hevur ført vælhilnað politisk stórmál í hús. T.d. kann nevnast Hvalbiartunnilin.

 
Til undanfarna val var Kristin undangongumaður í tunla fyrireikingunum, og í dag gongur sjón fyri søgn.


Vælkomin umborð, og vónandi fáa vit tikið mong munagóð polititisk tøk. Rimmarfastar, sum Báradrangur, fara vit í holtur við loysningar fyri land og fólk.

 

Bera tit eitthvørt fyri brostið vilja vit fegnir hoyra.

 

Við framburðs heilsan,
Andrias Jacobsen – valevni Sjálvstýrisins