Vænta deyðadóm fyri morð á skandinaviskar kvinnur

Roknað verður við, at dómur í dag fellur í málinum um morðini á donsku og norsku kvinnurnar, sum vórðu myrdar í Marokko. Ákærumynduleikin fer eftir deyðadómi til teir høvuðsmistonktu í málinum. Hinir kunnu rokna við lívstíðardómi.

Rættarmálið ímóti 24 monnum, sum eru ákærdir í sambandi við morðini á donsku Louisu Vesterager Jespersen og norsku Marne Ueland í Atlasfjøllunum í Marokko í desember í fjør nærkast nú endanum.

Í dag skulu ákæri og verjuadvokatar føra fram endaligu viðmerkingarnar við dómstólin í Salé, har menninir eru ákærdir.

Ákærumyndugleikin fer eftir deyðadómi til teir tríggjar høvuðsmistonktu menninar í málinum. Marokko hevur tó ikki framt ein deyðadóm síðani 1993.

##med2##

Tíðindastovan AFP hevur fyrr greitt frá, at tveir av monnunum í mai viðgingu at hava framt morðini. Tann triðji játtaði at hava tikið tað upp á video.

Skandinavisku kvinnurnar vórðu myrdar við knívi og síðani hálshøgdar. Eftir øllum at døma í navninum hjá Islamskum Stati.

Ein av teimum høvuðsmistonktu, Abdessamed Ejjoud, hevur undir málinum greitt frá, at hann angrar sínar gerðir.

– Eg plagi at elska Islamskan Stat, men nú veit eg ikk. Alt sum eg veit er, at eg angri, at eg havi dripð hasi bæði ferðafólkini, segði hann sambært norska blaðnum VG undir einum av rættarmálunum.

Sambært tíðndastovuni AFP hava 21 av teimum 24 ákærdu viðgingið at vera partur av Islamskum Stati. Men rørslan hevur ongantíð alment boðað frá, at hon stendur aftan fyri morðini. Tað hevur hon annars gjørt við fleiri onnur álop.

Umframt lvístíðardómar til teir tríggjar høvuðsmenninar fer ákærumyndugleikin sambært AFP eftir dómum upp á millum 15 ára fongsul og lívstíð til hinar 21.

Ein av verjuadvokatunum, Hafida Mekkassou, sigur við AFP, at tey frá verjunnar síðu heita á rættin um undir mildnandi umstøðun at leggja dent á almennastøðuna og sálarliga ójavnvágna hjá teimum ákærdu.

Familjan hjá Louisu Vesterager Jespersen er umboðað við einum advokati undir rættarviðgerðini. Hun hevur greitt AFP frá, at familja fer at krevja endurgjald upp á tíggju milliónir marokkanskar dirham. Tað svarar til slakar sjey milliónir krónur.

 

/ritzau/