Vandi fyri at fyritøkur verða provokeraðar til at bróta tilmælini

Politikarar halda fyri bæði eygu og oyru, og tað kann verða dýrt

Politikarar halda bæði fyri eygu og oyru. Men hendir einki heilt skjótt verða tað nógvar fyritøkur, sum ikki hóra undan koronakreppuni, og tað fer at kosta nógv arbeiðspláss.

Tað heldur Brandur í Dali, sum rekur fyritøkuna íDali.

Hann sigur, at sjálvi eru tey ikki ein fyritøka, sum er ringast fyri, men hann sigur, at tað gongur sjón fyri søgn, at tað eru nógvar smærri fyritøkur, sum eru í ferð við at bløða burtur. Og tað er antin tí at viðskiftafólkini eru burtur, ella tí at tey fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, og hava stongt.

Hetta er orsøkin til, at Brandur í Dali hevur stovnað Facebookbólkin, Smærri vinnudrekandi, eiga tey ongan góða?.

Hann hevur hugsað, at bólkurin skuldi vera fyri vinnurekandi við færri enn 25 starvsfólkum í føstum starvi. Og upp á nakrar tímar hevur bólkurin leingi fingið yvir 500 limir. Brandur í Dali sigur, at hann ikki kann siga, at øll eru smærri vinnurekandi, men hann heldur avgjørt, at hetta vísir, at smærri vinnurekandi eru í eini hættisligari støðu.

Hann sigur, at nú verður arbeitt við at tey fáa sær ein lítlan bólk, sum kann røkja teirra áhugamál mótvegis myndugleikunum.

Tað, Brandur í Dali saknar, er, at politikarar gera ein hjálparpakka fyri tey smáu virkini, sum í roynd og veru eru nógv fleiri í tali enn fólk geva sær far um.

– Hetta eru virki, sum hava mist alt sítt inntøkugrundarlag, men sum framvegis hava húsaleigu, og aðrar fastar útreiðslur at dragast við.

Fyritøkur skulu rinda mvg tann 1. mai, men tað er útsett til í heyst, men Brandur í Dali heldur, at virkini kundu eisini fingið mvg, sum varð goldið í februar aftur, so at tað eisini skuldi rindast í heyst.

Hetta hevði munað í gjaldførinum og tað munnu nógv hava brúk fyri í løtuni, tá ongar inntøkur eru, sigur hann. 

Men hann heldur, at tað verður eisini brúk fyri beinleiðis stuðuli frá landinum til smærru vinnurekandi. Talan kundi kanska verið um at tað almenna rindaði eini 80 prosent av teimum føstum útreiðslunum í eitt tíðarskeið.

Hesar útreiðslur, kundi verið húsaleiga, telefon, internet, limagjøld, støðgjald hjá hýruvognum, vegskattur, tryggingar, og annað.

– Alt hetta eru fastar útreiðslur ið ikki broytast av at inntøkan hvørvur, sigur hann.

– Hetta er nakað sum kundi gjørt at nógvar fyritøkur kundu ant til samfelagið vónandi kemur fyri seg aftur sum skjótast, sigur hann. 

Hann heldur, at hættisliga støðan, sum nógvar fyritøkur nú eru í, kann provokera tær til at taka óráð fyri, tí tað eru kanska nøkur, sum ikki lata seg leiða út av eggini, uttan mótstøðu.

Og her hugsar hann um, at vandi er fyri, at skeinkistøð, matstovur, og aðrar fyritøkur, kunnu freistast til at bróta tilmælini frá myndugleikunum í eini seinastu roynd at yvirliva.

– Tað vil er staðiliga mæla frá sigur Brandur í Dali. Men hann sigur, at tað er ikki ókent, at tann, sum er nóg svangur, ger tað, sum krevst fyri at fáa mettuna, leggur hann afturat.